Í kvøld klokkan 19 skal KÍ royna at vinna seg í Play Off umfarið í Conference League.
Á uttanveltaðum vølli uttan áskoðarar í Szeged í Ungarn spælir KÍ móti belarussiska liðnum, Neman Grodno. KÍ vann fyrra dystin 2-0. Eydnast tað KÍ at vinna ein samantaldan sigur, so bíðar ein sera spennandi uppgáva í Play umfarinum, har Rayo Vallecano úr La Liga verður mótstøðuliðið.
Neman hevur eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.'
(Oddsini eru galdandi fyri vanligu leiktíðina)
Oddsini upp á sigur til Neman liggja millum 2,00 og 2,13.
Oddsini upp á javnleik, ið sendir KÍ víðari í kappingini liggja millum 3,24 og 3,60.
Oddsini upp á sigur til KÍ liggja millum 3,25 og 3,45.
HER eru oddsini:
##med2##