Í dag er altjóða fyrstahjálpardagur

Reyði Krossur Føroya skrivar, at 14. september er World First Aid - dagur. Evnið í ár er fyrstahjálp og ítróttur

Í hesum sambandi er opið í undirvísingarhølum Reyða Kross, í Stiðjagøtu 6 í Havn, í dag frá 10-12

 

 Tiltakið er alment og ókeypis. Høvið verður at royna hjarta-lungna-bjarging og hjartastartara, forbindingar og fetil/trýkantsturriklæð. Hugt verður eisini at fyrstuhjálpartaskuni.