Tær fyrstu íbúðareindirnar, sum Mark byggir í Skálavík, eru nú komnar til Skálavíkar.
Næstu dagarnar skulu allar eindirnar koyrast úr Havn til Skálavíkar, og hetta krevur serflutning.
Eindirnar eru stórar, og meðan flutningurin fer gjøgnum Sandoyartunniin, er tunnilin stongdur fyri almennari ferðslu.
Tíðarætlanin fyri, hvussu hesin flutningur verður skipaður til Skálavíkar, sær soleiðis út:
Fyrst vera tær 10 breiðu eindirnar fluttar.
Hóskvøld 05. september kl. 21:
Flutningur av fýra breiðum eindum frá Eystaru Bryggju til umlastingarpláss við tunnilsmunnan á Sandi (umleið 45 min)
Flutningur av fýra breiðum eindum frá tunnilsmunna á Sandi til Skálavíkar, (umleið 45 min)
Mánakvøld 09. september kl. 21:
Flutningur av tveimum breiðum eindum frá Eystaru Bryggju til umlastingarpláss við tunnilsmunnan á Sandi (umleið 45 min)
Flutningur av fýra breiðum eindum frá tunnilsmunna á Sandi til Skálavíkar (umleið 45 min)
##med2##
Týskvøld 10. september kl. 21:
Flutningur av tveimum breiðum eindum frá tunnilsmunna á Sandi til Skálavíkar (umleið 45 min)
Flutningurin av smølu eindunum byrjar týsmorgunin 11. september, og vera hesar koyrdar í dagtímunum. Beinleiðis frá Eystaru Bryggju til byggiplássið í Skálavík.
Týsdag 10. september:
Flutningur av fýra smølum eindum millum kl. 06 og 20 (uttan eskortu, men við fylgibili, tó undantíkið háferðslutíð 07-09 og 15-18)
Mikudagur 11. september:
Flutningur av fýra smølum eindum millum kl. 06 og 20 (uttan eskortu, men við fylgibili, tó undantíkið háferðslutíð 07-09 og 15-18)
Hósdagur 12. september:
Flutningur av tveimum smølum eindum millum kl. 06 og 20 (uttan eskortu, men við fylgibili, tó undantikið háferðslutíð 07-09 og 15-18)
Meira kann lesast á heimasíðuni - www.skalavik.fo
##med3##