Russiskar keldur siga nú, at annar av teimum deyðu í spreingingini í Moskva í morgun er russiski generalurin, Igor Kirillov.
Hann hevur havt leiðsluna fyri eitt nú russisku kjarnorkuvápnunum, og hann hevur eisini havt leiðsluna fyri kemiskum og lívfrøðiligum vápnum hjá russiska herinum.
Sambært russiskum keldum upplýsir kanningarnevndin, sum hevur kannað spreingingina, at annar av teimum, sum læt lív, er Igor Kirillov.
Sagt verður, at tað var ein krógvað bumba, sum gjørdi av við generalin. Russia Today veit at siga, at spreingingin fór fram beint við ein íbúðarblokk.
Bumban lá eftir øllum at døma í einum el-rennihjóli.
Russiska tíðindastovan Ria veit at siga, at kanningar eru í gongd av hendingini, sum fór fram á gøtuni, Ryazansky Prospekt - bert sjey kilometrar frá Kreml.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/russiskur-generalur-er-moeguliga-dripin-i-moskva