Iran gevur Ísrael og USA skyldina

- Tað skal eingin ivi vera um, at tað, sum hendi í Sýria, er eitt úrslit av einari felags ætlan hjá USA og Ísrael

Ovasti leiðarin í Iran, Ayatollah Ali Khameini, heldur, at USA og Ísrael stóðu aftanfyri, tá Assad-stjórnin í Sýria fall.

 

- Tað skal eingin ivi vera um, at tað, sum hendi í Sýria, er eitt úrslit av einari felags ætlan hjá USA og Ísrael.

 

Hetta segði Khameini í einari talu sambært statsriknu iransku tíðindastovuni, Tasnim.

 

Hann legði dent á, at hann slett ikki ivast í, at grannastjórnin Ísrael eisini er ein partur av hesum.

 

- Hetta síggja øll, legði ovasti leiðarin í Iran aftrat.

 

Iran var leingi ein sameindur hjá Sýria undir Bashar al-Assad leiðsluni í Sýria.