Í dag hevur Ísrael bumbað í minsta lagi tríggjar størri herstøðir í Sýria, og eitt munandi tal av stríðsflogførum og stríðstyrlum eru rakt í álopunum.
Tað siga sýriskar trygdarkeldur við Reuters.
Bylgjan av ísraelskum loftálopum er hin mest umfatandi, síðan sýriska Assad-stjórnin misti valið í landinum sunnunáttina.
Úr Sýria verður sagt, at tær tríggjar støðirnar, Qamishli í landnyrðingspartinum av Sýria, Shinshar í Homs-økinum og Aqrba-flogvøllurin í ein útsynning úr høvuðsstaðnum Damaskus eru raktar í ísraelsku álopunum.
Hetta veit Reuters í kvøld at siga frá sýriskum trygdarkeldum.
Aðrar keldur siga, at orsøkin til ísraelsku álopini, sum eisini hava verið vend móti sýriskum vápnagoymslum, er, at Ísrael vil tryggja sær, at hesi vápn og hesar støðir ikki verða brúktar í álopum á Ísrael.
Ísraelska flogvápnið er krútsterkt, og fyri góðum ári síðan søgdu hernaðarkeldur, at Ísrael ræður yvir 39 toppmodernaðum F-35 jagaraflogførum, sum er flogfarið á myndini omanfyri.
Haraftrat hevur Ísrael eina røð av øðrum stríðsflogførum og stríðstyrlum.