Tað upplýsti ísraelski uttanríkisráðharrin, Gideon Saar, sambært AFP, í eini fráboðan í dag.
Í vikuni boðaði Írland frá, at tað stuðlar einum máli, sum Suðurafrika hevur lagt fyri altjóða dómstólinum (ICJ). Í málinum er Ísrael ákært fyri fólkadráp.
Harumframt hevur Írland áður viðurkent Palestina sum ríki.
- Avgerðin um at steingja ísraelsku sendistovuna í Dublin er tikin í ljósinum av ekstrema anti-ísraelska politikkinum hjá írsku stjórnini, sigur ísraelska uttanríkisráðið í eini fráboðan.
Írski forsætisráðharrin, Simon Harris, kallaði ísraelsku avgerðina fyri "djúpt harmiliga".
- Eg vísi fullkomiliga aftur pástandinum um, at Írland er ímóti Ísrael, skrivar hann á sosiala miðlapallinum X.
/Ritzau/