Ísrael víðkar búsetingarnar á Golanheyggjunum

Ísraelsk herfólk hava tikið seg fram á markinum millum Ísrael og Sýria, og ísraelsku herliðini eru fleiri kilometrar inni á sýriskum landaøki

Ísraelska stjórnin hevur samtykt at víðka um búsetingarnar á hersettu Golanheyggjunum, sum fólkarættarliga eru sýriskt landaøki.

 

Forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at avgerðin er tikin "í ljósinum av krígnum og nýggja hermótinum í Sýria..."

 

Eftir at sýriska Assad-stjórnin fall fyri einari viku síðan, hevur Ísrael framt fleiri hundrað álop á hernaðarmál í Sýria.

 

Haraftrat hava ísraelsk herfólk tikið seg fram á markinum millum Ísrael og Sýria, og ísraelsku herliðini eru fleiri kilometrar inni á sýriskum landaøki.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at ísraelsku herliðini hava fingið boð um at vera verandi inni í sýriskum landaøki í vetur.