– Ja, eg haldi tað hevði verið eitt virðiligt signal at sent, um vit tóku ímóti nøkrum flóttum.
Soleiðis segði uttanríkisráðharri Jenis av Rana, tá Sosialurin fyrr í ár spurdu hann um, hvørt vit í Føroyum eiga at taka ímóti flóttafólki ella ikki – altso væl áðrenn kjakið um flóttafólk úr Afganistan bleiv aktuelt. Men hugsan hansara er ikki broytt av aktuellu støðuni í Afganistan og kjakinum um hetta, váttar hann fyri Sosialinum.
– Sum partur av heiminum, so eru vit væl partur av heiminum í øllum málum. Vit kunnu ikki bara taka fyrimunirnar, men mugu eisini taka teir møguligu vansarnar, sum fylgja við, tá mann tekur ábyrgd, sigur Jenis av Rana, sum heldur, at vit kunnu gera hetta í samráð við donsku stjórnina.
Løgmaður hevur annars greitt melda út, at hann ongar ætlanir hevur fyri at taka ímóti flóttafólkum í Føroyum. Í staðin vil hann hjálpa á staðnum. Men at hjálpa á staðnum er ikki nøkur gongd leið, meinti Jenis av Rana í hvussu er í vár, tá vit gjørdu hesa samrøðuna:
– At hjálpa á staðnum verður ofta brúkt sum ein undanførsla fyri einki at gera, segði hann.
Í Sosialinum hava vit eisini spurt hinar politisku flokkarnar, um vit eiga at taka ímóti flóttafólkum úr Afganistan nú. Les meira í blaðnum.