Jóan Símun og liðfelagarnir fingu bank í botnuppgerð

KA tapti 0-5 á útivølli

Mynd: mbl.is

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í KA vóru í dag fyri stórtapi í botnuppgerð í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Á útivølli á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfirði tapti KA heili 0-5 fyri FH.

 

Tá Jóan Símun kom á vøllin beint eftir steðgin var støðan 2-0.

 

KA er næstaftast í deildini við 15 stigum.

 

Komandi leygardag hevur KA heimadyst móti Akranesi, ið liggur aftast í deildini við 12 stigum.

 

Mynd: mbl.is