Klokkan 15 verður fyrsta bríksl á norska tjóðarvøllinum Ullevaal í Oslo.
Taå eru Fredrikstad og Molde, sum hittast í ársins síðsta fótbóltsdysti í norskum fótbólti.
Í hópinum hjá Fredrikstad eru føroyingarnir Brandur Hendriksson Olsen, sum í dag er fyri síðstu ferð í hópinum, og so Jóannes Bjartalíð.
Nú er kunngjørt, hvørjir ellivu fara at manna liðini frá dystarbyrjan. Brandur Hendriksson Olsen er á beinkinum, meðan Jóannes Bjartalíð er millum teir fyrstu ellivu.
NRK sjónvarpar frá dystinum á Ullevaal stadion.