Jóannes er nýggjur høvuðsungdómsvenjari í B36

Nýggi høvuðsvenjari fer spentur undir uppgávuna og tekur við longu mikudagin tann 4. desember

B36 hevur gjørt avtalu við Jóannes Jakobsen um at vera høvuðsungdómsvenjari komandi kappingarár.

 

Jóannes er kent andlit í føroyskum fótbólti, og hann hevur drúgvar royndir sum leikari og venjari.

 

Hann hevur verið høvuðsvenjari í fleiri feløgum í bestu deildini. Í 2004 var hann eisini venjari hjá besta mansliðnum hjá B36. Í átta ár var Jóannes Jakobsen hjálparvenjari á føroyska A-landsliðnum hjá monnum.

 

Jóannes Jakobsen hevur eisini roynt leiklutin sum høvuðsungdómsvenjari í 2020 og 2021, tá hann var venjari hjá ungdómsvenjarunum í EB/Streymi.

 

Nýggi høvuðsvenjari fer spentur undir uppgávuna og tekur við longu mikudagin tann 4. desember.

 

Vit ynskja Jóannesi hjartaliga vælkomnum í B36 og takka undanmanni hansara, Lasse Deichmann Egelund, fyri gott arbeiði seinasta árið, skrivar B36 í kvøld.