Bólkurin Joe & The Shitboys hevur givið út fyrsta staklag sítt í 2019. Heitið á lagnum er ”Drugs R’4 Kidz”. Hetta fyrsta staklagið av komandi útgávuni hjá Joe & The Shitboys. Talan er um eitt album við 10 løgum, ið verður útgivið á sjey-tumma plátu seinni í ár. Bólkurin sjálvur lýsir lagið soleiðis:
- Lagið snýr seg um, hvussu býtt og barnsligt tað er, at taka rúsandi evni. Sangurin er í veruleikanum ein anti-rúsevnis sangur. Sum við øllum løgunum hjá bólkinum, bleiv lagið skrivað, vant og upptikið uppá bert ein tíma.
Eisini hevur bólkurin framleitt eina tilhoyrandi video. Upptøka og animasjón er alt gjørt av bólkinum sjálvum. Niðan fyri sæst videolagið.
<iframe width="560" height="315" src="https://www.youtube.com/embed/U2VjP3dC9bM" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>
- Um ein ynskir at hoyra útgávuna áðrenn hon er útgivin, er júst ein møguleiki til tín. Pláta nr. 1/150 er nemmuligani goymd onkustaðni her í landinum. Einasti møguleiki fyri at finna hana er, at loysa eina gátu, ið er at finna í videolagnum, siga Joe & The Shitboys.