Forsetin í USA, Joe Biden, lækkar revsingina fyri umleið 1.500 fólk, sum vórðu leyslatin úr fongslinum undir koronafarsóttini, fyri at sita heima.
Harumframt eru 39 fólk, sum eru dømd fyri óharðlig brotsverk, náðað.
Tað skrivar tíðindastovan AP.
Um tey 1.500, sum eru í húsavarðhaldi, skriva Hvítu Húsini, at tað hevur "eydnast at integrerað seg aftur við familjurnar og lokalsamfeløgini". Tey hava øll sitið heima, í minsta lagi eitt ár eftir at tey vóru leyslatin úr fongslinum.
Hvítu Húsini siga stigið í dag vera størstu "eindags náðing í nýggjari søgu" higartil.
Fyri stuttum náðaði Joe Biden soninum Hunter Biden, sum í tveimum førum skuldi revsast.
Áðrenn náðanina hevði Joe Biden fleiri ferðir hildið fast um, at hann ikki fór at náða soninum.
Men her gjørdi forsetin eina U-vending, sum hann greiddi frá, at "tað var politikkur í tilgongdini", sum gekk útyvir sonin.
Millum annað orsakað av teimum frammanundan so kategorisku fráboðanunum, hevur Biden fingið atfinningar fyri avgerðina. Náðin var "full og treytaleys" og miðaði sostatt ikki bara móti nevndu revsimálum.
Tað er siðvenja hjá forsetanum í USA at náða og stytta revsing fyri borgarar, stutt áðrenn hann letur lyklarnar til Hvítu Húsini víðari til næsta forsetan.
Republikanski Donald Trump verður tikin í eið sum forseti í USA 20. januar, eftir at hann vann forsetavalið á demokratinum Kamala Harris í november.
Um náðina hósdagin sigur Biden í tíðindaskrivi:
»Sum forseti havi eg tann stóra framíhjárætt at kunna vísa fólki náði, sum hava víst iðran og eru í endurvenjing, og eg kann endurreisa møguleikarnar hjá amerikanarum at luttaka í gerandisdegnum og stuðla teirra samfeløgum«.
/Ritzau/