Í kvøld klokkan 18.30 verður Havnin-Hoyvík uppgerð í týsku bundesliguni. Tá taka Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt móti Hákuni West av Teigum og liðfeløgunum í Füchse Berlin í Flens-Arena høllini í Flensburg.
Füchse Berlin er nummar trý í deildini við 22 stigum. Flensburg er nummar seks við 19 stigum, so tað er ikki nógv sum skilir liðini.
Dysturin millum Flensburg og Füchse Berlin sæst á TV3 Max, ið sæst á Televarpinum. Dysturin sæst eisini á Viaplay.