Í gjár vandi Jóhanna Fossdalsá Sørensen saman við U11, U13 og U16 gentunum hjá HB

Jóhanna Fossdalsá vitjaði HB gentur

Í gjár vitjaði Jóhanna Fossdálsá Sørensen, sum spælir við Häcken í Svøríki, barndómsfelagið HB

Í gjár vandi Jóhanna Fossdalsá Sørensen saman við U11, U13 og U16 gentunum hjá HB

John Eystberg, venjarin hjá U11 gentunum, skrivar soleiðis um vitjanina hjá Jóhonnu Fossdalsá Sørensen:

»Í gjár høvdu vit í HB vitjan av okkara egnu Jóhonnu Fossdalsá Sørensen. Hon er tann føroyski fótbóltsleikarin, sum er komin ‘longst’, og hevur m.a. spælt kvartfinalu í Champions League. 

Hon hevur í Champions League spælt móti liðum sum Real Madrid, Arsenal, Chelsea og PSG. 

Jóhanna er júst blivin vald til 'Årets talent 2024' av donskum spælarum.

Jóhanna vandi saman við U11, U13 og U16 gentum okkara. Aftaná høvdu vit eina hugnaløtu, har genturnar kundi seta spurningar til Jóhonnu og taka myndir, og annars hugna saman við hesari stóru fyrimynd.

Til lukku Jóhanna við stóra heiðrinum, og takk fyri vitjanina«.

 

 

Í gjár vandi Jóhanna Fossdalsá Sørensen saman við U11, U13 og U16 gentunum hjá HB