Jólamenn á súkklu og stoppdansur

Sunnudagin 22. desember kl. 16 koma jólamenn í býin í Havn á súkklubaki og við sær hava teir eina rúgvu av karamellum og søtum - eisini til børn, sum hava matovurviðkvæmi

Jólamennirnir fara síðani í Pavilionina á Vaglinum, har teir fara at hava stoppdans saman við børnunum umleið  kl. 16.30.

Klokkan 17.00  framførir bólkurin, Kalas, í Pavilionini.

Forvitnisligi jólamarknaðurin og jólasmátturnar á Vaglinum hava opið til kl. 20, eins og handlarnir í býnum.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin!

 

##med2##