Kærkomin sigur hjá Kristiansand

Aftaná fýra tap á rað bragdaði aftur hjá Tróndi Mikkelsen og liðfeløgunum

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand megnaðu ígjár at fáa keðiligu gongdina liðnum hevur verið fyri at steðga.

 

Aftaná fýra tap á rað vann Kristiansand ígjár í dysti í bestu norsku hondbóltsdeildini á heimavølli 32-24 á gamla liðnum hjá Kjartani Johansen, Bækkelaget í Aquarama-høllini í Kristiansand. Tað lá serliga væl fyrri hjá Kristiansand í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Kristiansand á odda 18-10.

 

Tróndur skoraði tvey mál og legði upp til trý mál.

 

Kristiansand er nummar níggju í deildini við 12 stigum fyri 15 dystir. Kristiansand hevur tvey stig upp til Arendal, ið er nummar átta við 14 stigum. Áttanda plássið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl. 

 

Komandi mikudag klokkan 17.30 spælir Kristiansand dyst á útivølli móti Fjellhammer. Fjellhammer er næstaftast í deildini við sjey stigum, so her skuldi verið møguleiki hjá Tróndi og liðfeløgunum at fingið stig.