Borgarstjórar í Norðoyggjum, f.v.: Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og Marita Sumberg, borgarstjóri í Viðareiðis kommunu

Katrin Næs: - Hetta er besta jólagávan í ár

- Tað kann ikki takast nóg týðiliga fram, hvussu stóran týdning samferðsla og gott samband hevur, sigur borgarstjórin í Hvannasunds kommunu

Borgarstjórar í Norðoyggjum, f.v.: Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og Marita Sumberg, borgarstjóri í Viðareiðis kommunu

Borgarstjórin í Hvannasunds kommunu, Katrin Næs, segði eisini nøkur orð við hátíðarhaldið í dag, nú nýggju tunlarnir Norður um Fjall eru lidnir og alment eru latnir upp fyri ferðslu. 

 

- Hetta er ein løta, vit hava longst eftir, so í dag fegnast vit almikið um, at farleiðin er dagførd. Ein hjartans tøkk til øll, sum hava arbeitt við at fáa hesa verkætlan í lag og til tykkum, sum hava framt hana í verki.

 

Hon vísti á, at tað kann ikki sigast nóg týðiliga, hvussu stóran týdning samferðsla og gott samband hevur.

 

- Tá gomlu tunlarnir vórðu tiknir í nýtslu í 1966 og 1967, var talan um eina kollvelting í livihátti og møguleikum, og sjálvandi var tann kollvelting størst fyri fólkið Eystan Múla.

 

Katrin Næs segði, at henda leiðin sjálvsagt varð nógv brúkt, eitt nú til postflutning, og postsøgan veit eisini um vandastøður í fjøllunum at siga.

 

- Kollveltingin, tá koyrast kundi til Klaksvíkar, hevði nógv at siga fyri menningina og fyri alt samfelagið her norðanfyri. Tá byrgingin um Hvannasund varð tikin í nýtslu tíggju ár seinni, gjørdust møguleikarnir fyri trivnaði og menning uppaftur størri.

 

Hetta sæst eisini aftur í fólkatalinum, helt hon fyri.

 

- Men, menningin stendur ikki í stað, og tað er langt síðan, at gomlu tunlarnir gjørdust ov trongir.

 

Katrin Næs vísti á, at nýggju tunlarnir fara at hava stóran týdning fyri borgararnar og eisini fyri vinnulívið, sum hevur livað við teimum avmarkingum, sum hesir lágu og trongu tunlar hava havt við sær.

 

Nú verður ikki longur neyðugt antin at umlossa í Klaksvík ella at leiga sandbát til størri farm.

 

- Nýggju tunlarnir eru besta jólagávan í ár, segði borgarstjórin í Hvannasunds kommunu við hátíðarløtuna, tá tunlarnir lótu upp í dag.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Borgarstjórar í Norðoyggjum, f.v.: Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og Marita Sumberg, borgarstjóri í Viðareiðis kommunu

Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, sum hevur verið høvuðsarbeiðstakari, helt eisini røðu í dag