Frákoyrdi forsetin í Sýria, Bashar al-Assad, er í russiska høvuðsstaðnum, Moskva.
Hann og familja hansara hava fingið friðskjól í Russlandi.
Tað sigur ein ónevnd kelda í Kreml við russisku tíðindastovuna Tass.
- Assad og familja hansara eru komin til Moskva. Russland hevur givið teimum friðskjól grundað á humaniter atlit, sigur keldan við Tass.
Síðani Assad varð feldur sunnunáttina av uppreistrarmonnum í Sýria, hava gitingar verið um, hvar hann er.
Sýriskar keldur søgdu fyrr í dagvið tíðindastovuna Reuters, at tað er "sera sannlíkt", at Assad er deyður í eini flogvanlukku.
Sambært upplýsingum frá Reuters fór eitt flogfar frá flogfelagnum Syrian Air av flogvøllinum í sýriska høvuðsstaðnum, Damaskus, umleið somu tíð sum uppreistrarherdeildirnar boðaðu frá, at tær høvdu tikið valdið á býnum.
Fleiri miðlar skrivaðu, at flogfarið gjørdi eina brádliga u-vending í luftini, og hvarv síðani av radaranum.
Ein ónevndur vesturlendskur embætismaður sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at tað má metast at vera meira sannlíkt, at Assad er farin til Moskva.
Viðkomandi leggur afturat, at eingin orsøk er at ivast í upplýsingunum frá ónevndu kelduni í Kreml.
Russland hevur verið fastur sameindur hjá Assad-stýrinum, síðani Russland fór upp í kríggið í Sýria í 2015.
Tað hendi eftir at táverandi kroysti Assad forseti sjálvur bað um hernaðarliga hjálp frá russarum.
Í dag hevur Russland flotastøð í Tartus og hernaðarflogstøð í Khmeimim.
Uppreistrarmenninir, sum hava felt Assad forseta og tikið valdið á Damaskus, hava "tryggjað trygdina á hernaðarstøðunum og diplomatisku stovnunum hjá Russlandi á økinum í Sýria", sigur keldan í Kreml við Tass.
Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, hevur fyrr í dag váttað, at Assad var farin úr Sýria.
Men russiska stjórnin hevur ikki alment váttað, at Assad er í Moskva. Upplýsingarnar um friðskjól til hann og familju hansara eru heldur ikki alment staðfestar.
59 ára gamli Bashar al-Assad er útbúgvin eygnalækni. Millum annað hevur hann lisið í London. Saman við konu síni, Asma al-Assad, eigur hann trý børn.
/Ritzau/