Keypt summarhús í Føroyum

Kenda parið í Danmark, Sigurd Barret og Heiðrum Petersen, hava keypt sær summarhús í Havn.

 

Sigurd Barret kenna vit úr sjónvarpi. Hann er klaverspælari, undirhaldari, tónaskald og rithøvundur.

 

Unnusta hansara, Heiðrun Petersen, er úr Havn. Hon er eisini kendur tónleikari og spælir við í Danmark Radios Symfoniorkester.

 

Í desember hava tey keypt húsini hjá Jógvan Rasmussen, Jógvan á Sandi, í Konradsbrekku í Havn, sum tey ætla sær til summarhús. Prísurin var  2,9 milliónir krónur.