KÍ slapp við skrekkinum

1. DEILD: FC Hoyvík, sum í seinna hálvleiki tríggjar ferðir rakti stongina, er á veg úr Klaksvík við tapi

Tað var søtur heimasigur, sum næstbesta liðið hjá KÍ vann í dag. FC Hoyvík var gestur, og gestirnir eru á veg suður aftur við 2-1 tapi. Hálvleiksstøðan var 2-1. Fyri tveimum vikum síðani dystaðust somu lið á sama vølli, og tá vann FC Hoyvík 2-1.

 

Úrslitið í dag ber við sær, at KÍ á áttanda plássi hevur 21 stig, meðan FC Hoyvík á níggjunda plássi hevur 17 stig. Fríggjakvøldið fer KÍ suður í høvuðsstaðin at hitta B36, og leygardagin verður FC Hoyvík partur av grannauppgerð á Argjum.

 

At tað stóð nógv upp á spæl í dag sást á uppstillingini hjá KÍ. Ari í Haraldstovu Petersen var málverji, og millum teir fyrstu ellivu vóru Børge Petersen, Patrick Da Silva, Dan í Soylu og Pætur P. Petersen.

 

Í 8. minutti legði FC Hoyvík seg á odda. Málskjútti var Heðin Olsen. Hetta var fimta málið í ár hjá 18 ára gamla Heðini Olsen, sum er toppskjútti hjá FC Hoyvík.

 

KÍ javnaði til 1-1 í 26. minutti, og tveir minuttir seinni skoraði KÍ tað, sum vísti seg at vera sigursmálið.

 

Útjavnandi málið skoraði Dávid B. Andreasen, sum var sera eyðsýndur á miðvøllinum. Dan í Soylu átti uppleggið, og tveir minuttir seinni var tað Dávid B. Andreasen, sum átti uppleggið, tá ið Dan í Soylu skoraði.

 

Eftir steðgin hevði FC Hoyvík nógvar royndir ímóti KÍ málinum, men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Fleiri ferðir var tað heilt tætt við. Eitt nú var bólturin í seinna hálvleiki tríggjar ferðir á træverkinum aftanfyri Ara í Haraldstovu Petersen.