Sunnudagin, 22. desember, 4. sunnudag í atvent, fyllir Kirkju- og missiónshúsið á Argjum 50 ár. Argir er ung kirkjubygd, og fekk bygdin undan jólum í 22. desember í 1974 sína fyrstu kirkju. Hetta eftir at Havnar kirkja hevði verið sóknarkirkja hjá argjafólki, síðan hvalbingurin Andrass Mortansson keypti Argir í 9. mai í 1828 og setti búgv har. Longu árið eftir, 24. august í 1975, varð Vesturkirkjan vígd og tikin í nýtslu.
Argja kirkja- og missiónshús heldur dagin við gudstænastu kl. 11.00, har Uni Næs, dómpróstur, prædikar, og har prestarnir í Suðursteymoyar vestara prestagjaldi taka lut. Kvinnukórið av Argjum, Tabitha, syngu nakrar sangir til høvi. Tveir kirkjutænarar, sum hava verið virknir frá tí, at Kirkju- og missiónshúsið varð vígt, hava tænastu tann dagin. Teir eru Alfred Hansen, klokkari, og Gunnar Reynslág, deknur. Ungi og longu kendi tónleikarin Ari Hammer Joensen, sum hevur havt urgutænastu í Argja kirkju, og sum nú gongur á Musikk-konservatioriinum í Danmark, situr við urguna henda dagin.
##med2##
Beint eftir gudstænastuna eru øll boðin til døgurða í Róðrarneystinum hjá Argja Róðrarfelag. Har kemur argjamaðurin Bárður Johannesen at syngja, og ein kend bygdamynd Eyðun á Borg hugleiðir um heimbygdina. Nakað av felagssangi verður, og fólk kunnu bera eina heilsu.
Ein bóklingur um søguna hjá Kirkju- og missiónshúsinum, sum Gunnar Reynslág hevur lagt til rættis, verður býttur út henda dagin.
Øll eru hjartaliga vælkomin at gleðast saman við fólkinum í Argja kirkjusókn henda dagin.
##med3##
Fyrireikingarbólkurin til 50 ára haldið