Kjartan Johansen spælir eisini í næstbestu donsku hondbóltsdeildini komandi ár.
Men Kjartan hevur skift Lemvig-Thyborøn út við Vendsyssel.
Í Vendsyssel vænta tey sær nógv av roynda føroyska landsliðsleikaranum, ið eisini hevur roynt seg í norskum og svenskum hondbólti.
Kjartan sigur við heimasíðu felagsins, at Vendsyssel hevur eitt venjingarumhvørvið, samanhald, menningarmøguleikar og eitt ambisjónsstøðið, ið passar honum sera væl.
Vendsyssel spælir 29. august fyrsta kappingardystin móti Norddjurs á útivølli.