Kjósin helt góða stílin

5-mannafør gentur 17-18 ár: Royndin Fríða hevði leingi hug at bjóða av, men at enda vunnu tær

Fyri sjeyndu ferð í ár var tað Kjósin, sum var fyrst á mál, tá ið 5-mannaførini við gentum 17-18 ár róðu. Longu undan ólavsøkuróðrinum var tað greitt, at Kjósin var FM vinnari, og í dag vóru tær úr Kollafirði aftur fyrstar á mál.

 

Fram ímóti málinum sást, at sigurin var so mikið sannførandi, at tað var ein bátslongd aftur til næsta bátin, sum var Royndin Fríða úr Vági.

 

Royndin Fríða hevur ikki gjørt so nógv um seg fyrr í summar, at tað varð roknað við, at hon fór at vera við í kappingini um ólavsøkusigurin, men soleiðis vísti tað seg at vera.

 

Royndin Fríða var eina bátslongd aftanfyri Kjósina, og Royndin Fríða var eina stóra hálva bátslongd frammanfyri Spógvan, sum í FM kappingini endaði á næstfremsta plássinum, meðan Títlingur, sum í dag var nummar fýra, vann bronsu í FM kappingini.

 

##med2##

 

##med3##

 

úrslit/rsf.fo

 

##med4##