Einasta føroyingaliðið í bestu norsku hondbóltsdeildini, Kristiansand, ið hevur Trónd Mikkelsen á liðnum spældi í dag dyst á útivølli móti Arendal.
Talan var um prestisjufulla grannauppgerð, ið Tróndur og liðfelagarnir taptu 36-39. Í steðginum var støðan javnleikur 18-18.
Tróndur skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál.
Kristiansand er nummar níggju í deildini við 10 stigum fyri 13 dystir. Teir hava eitt stig upp til Nærbø, ið er á áttanda plássinum sum gevur rætt til at kappast í endaspælinum aftaná lokið grundspæl.
Mikudagin klokkan 17 hevur Kristiansand torføran útidyst móti greiða oddaliðnum í deildini, Elverum sum higartil hevur vunnið 25 av 26 møguligum stigum.
Eftir tað hevur Kristiansand heimadystir móti Bækkelaget og Nærbø, har teir við sigrum kunnu vinna seg í topp-8 í deildini aftur.