Kristiansand tapti á heimavølli

Kristiansand er trý stig frá sera týðandi áttanda plássinum

Landsliðsleikarin, Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand spældu í dag seinasta dystin undan vetrarsteðginum í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Á heimavølli í Aquarama høllini í Kristiansand tapti Kristiansand 23-28 fyri Nærbø. Nærbø legði góðan botn í fyrra hálvleiki, og var útliðið á odda 17-10 í steðginum.

 

Tróndur skoraði fýra mál og legði upp til eitt mál.

 

Kristiansand er nummar níggju í deildini við 13 stigum. Teir hava trý stig upp til Arendal, ið er á áttanda plássinum sum gevur atgongd til endaspælið.

 

Kristiansand spælir dyst aftur 5. februar, tá teir møta Follo á útivølli.