Kristiansand tapti greitt fyri oddaliðnum

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir taptu við 10 málum

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand spældu í kvøld dyst í bestu norsku hondbóltsdeildini. Dysturin var á utivølli móti oddaliðnum, Elverum.

 

Elverum van greitt 35-25. Í steðginum var heimaliðið á odda 19-13. Tróndur skoraði eitt mál.

 

Kristiansand er nummar níggju í deildini við 10 stigum. Kristiansand hevur trý stig upp til áttanda plássið, ið gevur atgongd til endaspælið. 

 

Leygardagin klokkan 17 hevur Kristiansand heimadyst móti gamla liðnum hjá Kjartani Johansen, Bækkelaget.