Kvinna legði Putin í gólvið

Russiski forsetin, Vladimir Putin, er eftir øllum at døma ikki fyri nothing í judo.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, er eftir øllum at døma ikki fyri nothing í judo. Á einari venjingarlegu í Sotsji var tað ikki bara sum at siga tað at fáa hann í gólvið.

 

Tað vóru fáir judo-íðkarar, sum fingu russiska forsetan í gólvið, men tað megnaði ein kvinna, sum var við á venjingarleguni, soleiðis sum viðhefta filmsbrot vísir.

 

Í dystinum ímóti gullvinnaranum til OL í 2016, Beslan Mudranov, meiðslaði Vladimir Putin sær annan lítlafingurin, men tá hann hevði fingið viðgerð, helt forsetin fram.

 

Á hesi leinkju - https://www.vgtv.no/video/171371/putin-skader-fingeren-sin-i-kampsport - sæst Vladimir Putin stríðast manniliga við fleiri judo-íðkarar á venjingarleguni.