Tað er hugaligt í hondbóltsfelagnum, HØJ. Tey bestu liðini hjá kvinnum og monnum eru fremst í sínum deildum við fullum stigatali.
Í dag spældu Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ dyst á útivølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini móti Gudme.
Í Phønix Tag Arena høllini í Gudme vann HØJ stórsigur 36-19. Í steðginum var HØJ á odda 18-9.
Marita skoraði fýra mál.
HØJ er langt fremst í deildini við 18 stigum fyri níggju dystir.
HØJ spælir aftur 5. januar. Tá hava tær heimadyst móti Søndermarken.
Vár B. Zachariassen og liðfelagarnir í Ajax vunnu ígjár 22-16 (9-8) á AGF á útivølli.
Ajax er næstfremst í deildini 13 stigum fyri tíggju dystir.
Komandi dystur hjá Ajax verður leiktur 4. januar. Tá taka tær móti Gudme á heimavølli.