UEFA hevur útnevnt Lassin Isaksen at vera dómaraeygleiðara til dystin í Champions League deildarspælinum millum AC Milan og Reyðu Stjørnu, skrivar Fótbóltssambandið.
– Hetta man vera ein av mínum størstu uppgávum sum dómaraeygleiðari. Tað, at sleppa at vera partur av einum dystin í deildarspælinum í Champions League, kennist eisini sum eitt slag av viðurkenning. Men eg ætli mær ikki at gera mun á hesari uppgávuni, samanborið við aðrar eygleiðarauppgávur, ið eg havi havt fyri UEFA.
Tað sigur dómaraleiðarin hjá Fótbóltssambandi Føroya, Lassin Isaksen, sum skal eygleiða dómararnar á stóra San Siro leikvøllinum í Milano í Italia, har pláss er fyri umleið 80.000 áskoðarum. Dysturin verður spældur mikudagin 11. desembur.
Seinastu nógvu árini hava Lassin Isaksen og Niklas á Líðarenda, umboðandi Føroyar, røkt fleiri dómaraeygleiðarauppgávur fyri UEFA. Alt frá yngru kappingunum hjá UEFA, innleiðandi umførunum í Champions League, bólkaspælið í Conference League og Europa League, umframt U21 og ymsar A-landsdystir.
Men nú komið er væl áleiðis í deildarspælinum í Champions League, sum fyrr var bólkaspælið, hevur UEFA útnevnt Lassin Isaksen at vera dómaraeygleiðara í dystinum millum italska stórfelagið, AC Milan, og Reyðu Stjørnu úr Serbia.
Undan dystinum er AC Milan nummar 16 í deildini við níggju stigum, meðan Reyða Stjørna er nummar 31 við trimum stigum.
Niklas á Líðarenda skal eisini í eldin seinni í mánaðinum, tá hann verður dómaraeygleiðari í dystinum í deildarspælinum í Conference League millum svenska liðið, Djurgården og Legia Warsawa úr Póllandi.