Leggja fyri í Kekkia

Skráin fyri undankappingina til HM 2026 er nú klár. Føroyar spæla fyrsta dystin á útivølli móti Kekkia leygardagin 22. mars

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Norðurmakedónia fyri einum mánað síðani - Mynd: Hans Erik Danielsen

Um góðar tríggjar mánaðar skal føroyska skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá hol verður sett á undankappingina til HM 2026.

 

Eftir lutakastið, sum var í Zürich í Sveis á middegi fríggjadagin, komu Føroyar í bólk L, saman við Frankaríki ella Kroatia, Kekkia, Montenegro og Gibraltar.

 

Og nú er greitt, at Føroyar byrja kappingina á útivølli móti Kekkia leygardagin 22. mars klokkan 19:45, meðan síðsti dysturin verður á útivølli fríggjadagin 14. november móti annaðhvørt Frankaríki ella Kroatia.

 

Aftur at undankappingardystunum, skal manslandsliðið eisini spæla tveir venjingardystir í komandi ár, sum verða í juni og novembur mánað.

 

Leikskráin

22. mars Kekkia – Føroyar (kl. 19:45)

25. mars Montenegro – Føroyar (kl. 19:45)

9. juni Føroyar – Gibraltar (kl. 19:45)

5. sept. Føroyar – Frankaríki/Kroatia (kl. 19:45)

8. sept. Gibraltar – Føroyar (kl. 19:45)

9. okt. Føroyar – Montenegro (kl. 19:45)

12. okt. Føroyar – Kekkia (kl. 17:00)

14. nov. Frankaríki/Kroatia – Føroyar (kl. 19:45)

 

Hvørt tað verður Frankaríki ella Kroatia, ið endaliga verða í bólki L, verður avgjørt við tveimum UEFA Nations League play-off dystum, sum eru á skránni 20. og 23. mars. Taparin verður í bólki L, meðan vinnarin endar í bólki D, saman Ukraini, Íslandi og Aserbadjan.

 

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Norðurmakedónia fyri einum mánað síðani - Mynd: Hans Erik Danielsen