Leita eftir 35 saknaðum eftir bátsvanlukku í India

Sambært lokalum myndugleikum vóru tilsamans 56 fólk í bátinum, sum koppaði út fyri strondini í Mumbai í India

Ein bátur við 56 fólkum umborð er koppaður út fyri indisku strondini, og 35 fólk eru saknað.

 

Hendingin fór fram nærindis býnum, Mumbai, veit tíðindastovan Reuters at siga tíðliga seinnapartin.

 

Sagt verður, at 20 fólk eru bjargað, og eitt fólk er staðfest deytt.

 

Sambært lokalum myndugleikum vóru tilsamans 56 fólk í bátinum, tá hann koppaði.

 

Í løtuni fer leiting fram eftir teimum saknaðu í bátsvanlukkuni.