Lendi við tyrlu á egnari tekju í Noregi

- Eg hevði einki skeivt gjørt, so eg var vísur í, at eg fór at verða fríkendur, sigur maðurin við norska kringvarpið, NRK, sum skrivar um hendingina

Ein seinnapart í fjør summar hendi nakað í norska býnum, Narvik, sum ikki hendir á hvørjum degi.

 

Tá kom ein tyrla súsandi innyvir eitt grannalag og lendi á einum taki, og hetta var eigarin av tyrluni, sum sjálvur lendi á sínum egna taki.

 

Maðurin er Morten Larsen, og tyrlan var av slagnum, Robinson R44 - ein tyrla, sum vigar umleið 1,1 tons.

 

Tá hendingin fór fram, hevði maðurin havt loyvi at flúgva tyrlu í eini fýra ár, men hetta var fyrstu ferð, at hann lendi á egnum taki.

 

Dagin eftir hendingina ringdi løgreglan, tí nú var maðurin undir illgruna fyri at hava brotið loftverjulógina.

 

Næstan eitt ár seinni er Morten Larsen fríkendur, tí rætturin í Noreg hevur gjørt av, at hann ikki gjørdi nakað revsivert henda dagin.

 

##med2##

 

- Eg hevði einki skeivt gjørt, so eg var vísur í, at eg fór at verða fríkendur, sigur hann við norska kringvarpið, NRK, sum skrivar um hendingina og rættarmálið.

 

Seinni fer ákæruvaldið at taka støðu til, um hendingin og málið, har tyrluskiparin nú er fríkendur, skal skjótast inn fyri hægri rætt.

 

Lesið eisini - https://www.nrk.no/nordland/helikopter-morten-landet-helikopteret-sitt-pa-hustaket-_-frifunnet-1.17398226

 

 

 

Myndin er privat