Pauli Mittún, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne spældu í dag dyst á útivølli móti Odder í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Í steðginum var Odder á odda 16-15, men við einum munandi betri avriki í seinna hálvleiki eydnaðist tað føroyingaliðnum at vinna dystin 29-25.
Pauli var noteraður fyri fýra mál í dagsins dysti.
Team Sydhavsøerne hevur seks stig aftaná fimm teir fyrstu dystirnar í kappingini. Fýra stig eru upp til oddaliðið, HØJ, ið er liðið hjá Paula Jacobsen. HØJ hevur 10 stig á fyrsta plássinum.
Heili seks lið í deildini hava seks stig fyri fimm teir fyrstu dystirnar. Teirra millum liðið hjá Kjartani Johansen, Lemvig-Thyborøn, og liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, Aarhus HC.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 hava suðuroyggjamenn heimadyst móti Roskilde.