Fyrr í dag spældu Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Shkupi dyst á útivølli í bestu norðurmakedonsku deildini móti Shkendija. Jóan Símun var liðskipari hjá Shkupi.
Fimta dystin á rað var Shkupi fyri tapi. Í dag tapti Shkupi 0-2. Shkendija legði seg á odda longu í fjórða minutti, og teir øktu til 2-0 tá ein tími var leiktur av dystinum.
Shkupi hevur 16 stig fyri 16 dystir, og teir eru bert fýra stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Fremst eru Sileks, Shkendija og Gostivar, ið øll hava 33 stig hvør í oddinum.
Komandi sunnudag tekur Shkupi móti Struga á heimavølli, og nú mugu stig helst koma á kontuna fyri at venda keðiligu gongdini.