Liðini hjá Vilhelmi og Jóhan vunnu á heimavølli

Hannover-Burgdorf er nú oddalið í týsku bundesliguni

Liðini hjá Vilhelmi Poulsen og Jóhan á Plógv Hansen vóru í leiki í bundesliguni í kvøld.

 

Tað eydnaðist liðnum hjá VIlhelmi, Hannover-Burgdorf á heimavølli at vinna 35-30 á Rhein Neckar Löwen. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.

 

Hannover er fremst í deildini við 22 stigum fyri 13 dystir.

 

Liðið hjá Jóhan, Flensburg-Handewitt vann á heimavølli stórsigur 39-22 (19-11) á Potsdam.

 

Jóhan skoraði trý mál.

 

Flensburg er nummar fýra í deildini við 18 stigum fyri 13 dystir.

 

Sunnudagin klokkan 14 spælir liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel dyst á útivølli móti Eisenach. Sama dag klokkan 17 spælir liðið hjá Hákuni West av Teigum dyst á heimavølli móti verandi meistarunum, Magdeburg.