Hallur Jonsson, sum er ljóðmaður hjá Eivør, forklárar í nýggjum video um, hvussu toymið fyrireikar seg til konsertirnar hjá Eivør. Tað hevur týdning at fáa besta ljóðið fram til konsertirnar, og her hevur ljóðmaðurin stóra ábyrgd. Videobrotið sæst niðan fyri her.
Eivør fer á stóra norðurlendska konsertferð fyrst í mars. Konsertferðin fer av bakastokki 6. mars í Goteborg í Svøríki og endar 24. mars í Rødovre í Danmark.
<iframe width="560" height="315" src="https://www.youtube.com/embed/kzw5SMzzMzo" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>