Tíðindaskriv:
Spæliplássið og sparkivøllurin í Túnunum hava eyðkent býlingin í mong ár. Nógvu ungu barnafamiljurnar, sum eru fluttar til grannalagið, eru raskar at savnast á spæliplássinum, í gerandisdegnum og eisini nú í summarferiuni.
Eisini hava familjurnar dagført spæliplássið við plantum, máling og nýggjum leikum; hetta við góðum peningastuðli frá Tórshavnar kommunu.
Grannalagið í Túnunum tók skap síðst í 1950-árunum. Eins og við raðhúsunum í Jóanesar Paturssonargøtu, vóru raðhúsini í Túnunum nýbrot í føroyskari byggisøgu. Eins og í dag, var bústaðarneyðin stór í Havn í fimmtiárunum. Ikki minst var tørvurin stórur hjá skjótt vaksandi hópinum av arbeiðarafamiljunum, sum fluttu til Havnar, har tey leigaðu seg inn í trongligar kjallarar. Byggjaríið av raðhúsunum var sostatt slóðbrótandi bygging, sum ymiskir byggiharrar stóðu fyri. Í nógvum førum ognaðu handverkarar, sum smíðaðu húsini, sær sjálvum eina búeind til familjuna.
##med3##
Sum sagt, hava fólk í grannalagnum tikið seg saman at skipa fyri loppumarknaði í dag, sunnudagin 6. juli kl. 14.00, har øll eru vælkomin.
##med2##
Sum tættasta búseting landsins eru parkeringsviðurskiftini út av lagi í økinum - so skilagott er at parkera burturfrá.