Mamma spyr um hjálp: – Er nakar sum kann hjálpa Sóley?

Handikappbilurin hjá Sóley er gingin fyri, og tað fer at taka rúma tíð at fáa ein nýggjan frá myndugleikunum

Er nakar sum kann hjálpa Sóley?

 

Soleiðis byrjar Sigrið Sivertsen eitt uppslag á Facebook í dag. Hon sóknast eftir einum handikappbili til dóttrina, Sóley. Bilurin, Sóley hevur havt er í ólagi, og kann ikki kann gerast aftur. Sigrið skrivar eisini, at tað fer at taka langa tíð, áðrenn myndugleikarnir fáa veitt ein nýggjan bil, og at óvist er, um nóg nógvir pengar verða játtaðir, til at bilurin nøktar tørvin. Bilasølurnar eisini sera trupult við at skaffa kassabilar í løtuni

 

Uppslagið á Facebook ljóðar soleiðis:

 

"Er nakar sum kann hjálpa Sóley?

 

Sóleysa handikapbilur er gingin fyri. Loysir seg ikki at gera aftur. Og hon kann jú ongastaðni fara uttan ein handikapbil. Hon hevur fingið játtað stuðul til ein nýggjan bil, men, trupult er at skaffa ein "kassabil", og tann eini sum er at fáa, er sooo dýrur, at tað hvørki eru ráð til tað, ei heldur verður tað játtað av myndugleikunum, við tí prísinum. Tey ið ráða, gera hvat tey kunna, men tað kemur eftir øllum at døma,at taka langa langa tíð, til Sóley aftur fær ein handikapbil. Sóley hevur tað sera gott nú. Hon fekk "lívið aftur", aftaná næstan eitt ára sjúkralegu, men er kedd, ikki at sleppa nakrastaðni. Og eisini sera bundisligt hjá okkum.

 

Hevur nakar ein handikap bil at sum vit kunnu leiga, fyri ein sámuligan prís? Ella onkran bil sum ein koyristólsbrúkari sleppur inn í?

 

Ella kennur onkur onkran??

 

Takk fyri! Kh vegna Sóley.

 

Sigrið"