Maria P. Nólsoy skoraði fýra mál móti meistarunum

Føroyski landsliðsleikarin legði bragdliga fyri í donsku steypakappingini

Landsliðsleikarin, Maria P. Nólsoy spældi í dag sín fyrsta kappingardyst við Horsens, ið spælir í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Á heimavølli í Forum í Horsens tók Horsens móti meistarunum, Esbjerg í áttandapartsfinaluni í donsku steypakappingini.

 

Esbjerg vann dystin 33-29. Í steðginum var Esbjerg á odda 17-15.

 

Maria skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir, og hon var triðbesti málskjúttin hjá Horsens. Hon legði eisini upp til eitt mál og vann liðnum eitt brotskast. Eitt gott avrik hjá Mariu í fyrsta kappingardystinum fyri Horsens.

 

Komandi leygardag klokkan 14 spælir Horsens fyrsta dystin í bestu deildini hetta kappingarárið. Horsens spælir tá dyst á útivølli móti liðnum hjá Pernille Brandenborg, Keypmannahavn.