Mattias heldu fram í B36

Eisini tvey tey næstu árini fer Mattias Weihe Joensen at spæla við B36

B36 boðar í kvøld frá, at felagið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála viå Mattias Weihe Joensen.

 

21 ára gamli verjuspælarin hevur okkurt tíðarskeið verið skaðadarvaður, men n+u er hann væl fyri og klárur at spæla við fullari megi.

 

Sambært FaroeSoccer hevur Mattias Weihe Joensen spælt 24 dystir í bestu deildini – 12 fyri B36 og 12 fyri EB/Streym.

 

Mattias Weihe Joensen er sonur Jákup Martin Joensen, sum er høvuðsvenjari í B36.

 

Í 2024 var hann fýra ferðir á besta liðnum. Seinasta dystin spældi hann 2. november, tá ið hann í steypafinaluni ímóti HB var skiftur inn í miðverjuna.