Fyrrverandi russiski forsætisráðharrin og forsetin, Dmitrij Medvedev, lovar hevnd yvir drápið av russiska generalinum, Igor Kirillov.
Ukrainska trygdartænastan hevur tikið ábyrgdina av drápinum og sigur, at drápið varð framt við einum serligum átaki.
Tað var eitt el-rennihjól, sum sprongdist í umhvørvinum, har Igor Kirillo var, og bæði hann og ein hjálparmaður hansara lótu lív.
Dmitrij Medvedev lovar nú hevnd og sigur, at leiðslan í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv kemur at svíða fyri atsóknina móti generalinum.
Tað er tíðindastovan Reuters, sum endurgevur russisku tíðindastovuna, Ria Novosti, fyri útsagnirnar hjá víðgongda, Dmitrij Medvedev.
Á myndini omanfyri eru tað Dmitrij Medvedev og russiski forsetin, Vladimir Putin.
Les eisini her: Russar skulu ikki kenna seg tryggar - https://www.in.fo/news-detail/ukraina-vit-beindu-fyri-igor-kirillov
##med2##