Landsliðsleikarin, Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen varðveita plássið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Tað er greitt aftaná báðar upp- og niðurflytingardystirnar millum Mjøndalen og Jerv Grimstad.
Í dag vann Mjøndalen 3-1 á Jerv í Grimstad. Mjøndalen vann fyrra dystin á heimavølli 2-1, og vann harvið samanlagt 5-2. Meinhard spældi allan dystin.
Alie Conteh legði Mjøndalen á odda 11 minuttir undan steðginum. Seinni hálvleikur var bert fýra minuttir gamal, tá Mathias Bringaker økti til 2-0.
Jerv minkaði um munin til 1-2 í 64. minutti, men átta minuttir seinni staðfesti Erik Brenden sigurin hjá Mjøndalen.
Tað hevur staðið á gomlum nøglum hjá Meinhardi og liðfeløgunum, og teir megnaðu akkurát at vera eitt stig omanfyri Levanger, ið flutti beinleiðis niður. Men nú kunnu Meinhard og liðfelagarnir stórfegnast um bjargaða plássið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.