Aftaná 12 teir fyrstu dystirnar hevur liðið Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad fimm sigrar og sjey javnleikir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, og eru framvegis ósigraðir.
Í dag vann Fredrikstad ein góðan 3-1 sigur á heimavølli á Start Kristiansand. Jóannes Bjartalíð var á vøllinum teir fyrstu 65 minuttirnar. Tá Jóannes fór av vøllinum var støðan 2-1 til Fredrikstad.
Stian Molde legði Fredrikstad á odda 1-0 tá 34 minuttir vóru leiktir. Sjey minuttir inn í seinna hálvleik økti Philip Aukland til 2-0, men fáar minuttir seinni fekk Start spenning í dystin aftur við at minka um munin til 2-1.
Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat staðfesti Ludvig Begby sigurin hjá Fredrikstad.
Fredrikstad er næstfremst í deildini við 22 stigum. Kongsvinger er fremst við 24 stigum.
Fredrikstad hevur bert tapt ein kappingardyst í ár, og tað var dysturin í steypakappingini móti toppliðnum í bestu deildini, Viking Stavanger sum skoraði sigursmálið til 2-1 upp á brotsspark væl inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Noah Mneney og Rógvi Baldvinsson byrjaðu báðir inni, men vóru skiftir út í steðginum, tá lið teirra, Bryne tapti 1-2 fyri Åsane á heimavølli. Åsane skoraði bæði málini fyrstu 25 minuttirnar av dystinum.
Mamadou Diaw minkaði um munin til 1-2 í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Bryne er triðaftast í deildini við 10 stigum.
Gullbrandur H. Øregaard fekk 10 minuttir á vøllinum fyri Sandnes ULF, ið tapti 1-3 fyri Hødd á heimavølli.
Mattias Moldskred legði Sandnes á odda tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, men so skoraði Hødd trý mál upp á átta minuttir.
Sandnes er nummar 12 í deildini við 13 stigum.
Í triðbestu deildini taptu John Frederiksen og liðfelagarnir í Arendal 0-3 (0-2) fyri Notodden á heimavølli.
John Frederiksen var á vøllinum seinasta hálva tíman av dystinum.
Arendal er fjórðfremst í deildini við 16 stigum. Sjey stig eru upp til oddaliðið, Egersund sum hevur 23 stig.