Tað er rætt, at Miðlastuðulsnevndin hevur játtað privatu miðlunum verkætlanarstuðul soleiðis sum lógin ásetur. Men Sosialurin hevur ongar pengar fingið av hesum verkætlanarstuðli. Tað er annars eitt heilt ár og ein dagur síðani, at Løgtingið játtaði pengarnar til miðlastuðul á fíggjarlógini fyri hetta árið, sum nú er komið at enda. Hóast tað, so hevur ein nevnd undir Almanna- og mentamálaráðnum ligið á pengunum. Tað einasta, sum vit heilt greitt hava fingið at vita frá nevndini er, at vit fáa ongar pengar í ár.
Tað vil siga, at pengar, sum Løgtingið av góðum vilja hevur játtað í 2023 til eitt greitt endamál, verða súltaðir í eini nevnd hjá Almanna- og Mentamálaráðnum, nú vit fyrsta dagin skriva 2025.
Tað einasta sum landsstýriskvinnan í mentamálum hevur at siga um málið – og sum verður endurtikið á heimasíðuni hjá ráðnum í gjár er, at hon ætlar at taka hesar pengarnar frá verandi privatum miðlum og lata teir til onkran, sum fer at gera nýggjar miðlar í Føroyum, sum íverksetarastuðul.
So boðskapurin frá Sirið Stenberg er klokkuklárur.
Um tað er orsøkin til, at hendan nevndin hjá Sirið Stenberg liggur á pengunum, sum vit skuldu havt rindað sum lønir til starvsfólk í ár, vita vit ikki. Vit vita heldur ikki, um vit fáa pengarnar og vit skilja slett ikki landsstýriskvinnuna. Men sambært løgmanni, so er ikki semja um tað, sum landsstýriskvinnan ætlar og sigur, at semja er um.
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Sosialurin