Í minsta lagi fimm tilflytarar doyðu leygardagin, eftir at ein bátur sakk út fyri strondini á Kreta.
Tað upplýsir grikska strandaverjan, skrivar tíðindastovan AFP.
Samstundis eru 40 fólk framvegis saknað, meðan 39 eru bjargað frá vanlukkuni á lívi.
Báturin sakk góðar 22 kilometrar í ein landsynning úr oynni Kreta, skrivar grikski miðilin ERT News, sum greiðir frá teimum 40 saknaðu.
Stórt bjargingarátak við flogførum og skipum er í gongd í sjónum sunnan fyri oynna Gavdos, sum liggur sunnan fyri Kreta.
Báturin holvdist stutt eftir midnátt, upplýsir strandferðslan.
Fyrsta líkið varð funnið í morgun.
Sambært lokalum miðlum varð ein annar persónur fluttur á sjúkrahús á Kreta við tyrlu. Her var viðkomandi innlagdur á intensivu deild.
Seinnapartin segði strandaverjan við AFP, at talið av tilflytarum, sum eru funnir deyðir, er vaksið upp í fimm.
Tíðindastovan dpa skrivar, at innan fáar tímar vóru fýra ymisk bjargingarátøk í grikskum sjógvi í kvøld.
Umleið 200 tilflytarar vórðu bjargaðir tilsamans, upplýsir strandaverjan.
Í Grikkalandi er ein vøkstur uppá 25 prosent í talinum av tilflytarum, sum koma til landið.
Á Rodos og í landsynningspartinum av Egearahavinum hevur verið ein vøkstur uppá 30 prosent, upplýsir grikska fólkaflytingarmálaráðið. Egearahavið er sjógvurin millum Grikkaland og Turkaland.
Umframt Turkaland koma fleiri av tilflytarunum eisini úr Libya í Norðurafrika.
Ofta eru bátarnir yvirfyltir og í ringum standi.
Fleiri líknandi bátavanlukkur við tilflytarum hava verið seinastu vikurnar.
Seinast í november mistu átta tilflytarar, teirra millum seks ungdómar, lívið. Tað hendi norðan fyri oynna Samos á eini leið, sum menniskjasmuglarar ofta brúka.
Sambært flóttafólkastovninum hjá ST, UNHCR, eru næstan 51.000 tilflytarar komnir við báti til Grikkalands í ár.
Í 2023 var talið nærum 42.000, og árini frammanundan var talið enn minni.
Enn er tó nakað eftir at ganga frá tilflytarastreyminum, sum Grikkaland upplivdi í 2015. Her komu fleiri enn 850.000 fólk við báti til landið.
/Ritzau/