Munnligir spurningar á tingi í dag

Og tingið fer at fella eitt uppskot frá Fólkaflokkinum um hægri botnfrádrátt í kommunuskattinum

Klokkan 11 er tingfundur, og fyrsta mál á skránni í dag er munnligir spurningar, sum tingfólk kunnu seta landsstýrisfólki. Tað kann ganga drúgv tíð við slíkum spurningum, og tí er skráin ikki so long. Men eftir munnligu spurningarnar eru tríggjar 2. viðgerðir, sum vanliga ikki taka langa tíð.

Fyrsta viðgerðin er 2. viðgerð av uppskot til løgtingslóg um tinglýsingargjald, har kærumyndugleikin verður lagdur Føroya Kærustovn.

Síðani er tað uppskot frá Fólkaflokkinum um at broyta lógina um landsskatt og kommunuskatt, sum snýr seg um at loyva kommununum at lata hægri botnfrádrátt í kommunuskattinum. Men sambært álitinum frá fíggjarnevndini, so verður málið heilt sikkkurt felt, tí bara Fólkaflokkurin tekur undir við málinum. Samgonguumboðini og umboðini fyri Fólkaflokkin og Miðflokkin eru ímóti uppskotinum.

Síðsta 2. viðgerðin er uppskot til broyting í løgtingslóg um el og fjarhita, tað er elveitingarlógin. Tað snýr seg um framleiðslu og sølu av el og fjarhita. Her hevur rættarnevndini býtt seg í tvey, samgonga móti andstøðu, so tað er helst eisini eitt uppskot, sum fellir á tingfundinum í dag.

Á skránni hjá Løgtinginum eru 15 tingfundir settir á skrá fram til 2. mai, tá ætlanin er at Løgtingið fer í summarfrí til á ólavsøku, tá nýggja tingárið byrjar.