Nýggir elektroniskir tónar frá Gretu

Heitið á nýggju EP’ini er Bones

Greta Svabo Bech byrjaði 2019 við at útgeva tvey stakløg í februar, og nú letur hon eina EP úr hondum. Heitið á EP’ini er “Bones”.

 

EP'in er ein uppsamling av fýra løgum, har minnisverd løg eru vovin inn í eitt elektróniskt landslag, sum bæði er sterk og kensluborin. Í ár breiðir Greta sínar røtur í tí elektróniska tónleikaumhvørvinum, har hennara samstarv við Deadmau5, The Bloody Beetroots og Ludovico Einaudi hava ført til yvir 150 milliónir stroymingar. Hetta vísir eitt gávuríkt fjølbroytni at røkka einum breiðum lurtaraskara.

 

Fyrsta staklagið “All My Bones” varð stroymt 250.000 ferðir fyrstu vikuna. Við lagnum ferðast Greta á myrkum elektróniskum gøtum, har hon skapar ein fullkomnan heim til sína eyðkendu og mjúku rødd. Her ger Greta Svabo Bech eina ábending um komandi útgávur við riffum sum falla væl í oyra. 

 

Hoyr lagið "All My Bones" her:

<iframe width="560" height="315" src="https://www.youtube.com/embed/xuIc7nB6wiA" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>

 

Løgini á Bones eru: "All My Bones", "Before You Go", "Numb" og "Hear the Melody".