Nú er fjølvirðislønti marglistamaðurin SILVURDRONGUR aftur upp á spæl. Hesuferð er tað við nýggja staklagnum GAY ER THE NEW STRAIGHT, sum er tað mest popputa og fangandi, sum bólkurin higartil hevur útgivið.
Lagið er ein satirisk og sjálvironisk viðmerking til modernaða samfelagið og samstundis ein hjartalig kærleikskvøða mitt í dagsins kloyvda politiska heimshuglagi.
##med2##
Tað er multiinstrumentalisturin og tónaskaldið Per I. Højgaard Petersen, sum hevur upptikið og framleitt sangin, ið Silvurdrongur síðan hevur gjørt orð og lag til. Vokalurin er upptikin á Støkumørk hjá Jens L. Thomsen, sum eisini hevur ljóðblandað lagið.
Sjónbandið er eitt savn av gomlum filmsupptøkum úr Havnini, sum Silvurdrongur hevur klipt saman í samspæli við - og í andsøgn til - tematikkin í sanginum.